Hvat er Hanusarstova?
Hanusarstova er millum elstu húsini í Æðuvík. Í 2013 keyptu hjúnini Harriet og John av Gørðum hesi hús og totalt renoveraðu tey. Í dag er Hanusarstova, umframt at vera heimstaður, eisini ein miðdepil har Harriet og John bjóða til Heimablídni, fáast við ymiskt kreativt, hava verkstovur og nú eisini bóndast.
Hvør kann vitja Hanusarstovu
Øll, eisini føroyingar. Heimablídni er í stuttum at vit bjóða til døgvera heima hjá okkum sjálvum, matskráðin er ymisk og skiftir alt eftir hvat vit eiga inni, hvør tíð av árinum tað er og hvørjir gestirnir eru. Vit taka bæði ímóti bólkum og einstaklingum. Send okkum ein fyrispurning og vit svara fegin sum skjótast.
Túrar
Sum nakað nýtt eru vit farin í hált við lættar bólkatúrar, serliga vælegnaðir til smærri bólkar og fyritøkur (upp til 20 fólk). Her er møguleiki at ganga ein lættan túr her í økinum og njóta eina máltíð í Hanusarstovu aftaná.
Jólaborðhald
Til jólaborðhald í Hanusarstovu hava vit lagt okkum eftir at gera tilboð til smærri bólkar. Hvat betri stað at hava jólaborðhald enn í Jólabygdini sjálvari ? Vit kunnu taka upp til 16 fólk til jólaborðhald og servera við 3 rættaðari matskráð. Skriva okkum eini boð og hoyr nærri.